Um Colorama
Colorama á Hálsi lat dyrnar upp fyri fyrstu ferð 7. apríl 1997, og síðani tá er handilin voksin og broyttur nógv.
Hjá Colorama á Hálsi miðja vit eftir at savna alt, til at fríðka heimið á einum stað og at veita góða og persónliga vegleiðing. Vit hava tí eitt stórt úrval av máling, gardinum og prýðislutum til heimið og ein starvsfólkahóp, ið kennir vørurnar vit selja sera væl og sum altíð eru klár hjálpa tær at finna tað bestu loysnina til tín.

Máling
Vit hava máling til heimið, bæði til innandura og uttandura, og hava í nógv ár umboða vælumtókta merkið Jotun, sum eisini er væl kent fyri góðu LADY málingina. Tískil hava vit nógvar persónligar royndir og holla vitan um vøruna vit selja. Vit vilja fegin veita tær køna vegleiðing, bæði innan litir og arbeiðshættir.


Gardinur
Vit hava gardinloysnir til ein hvønn tørv, og hjá okkum fært tú helst størsta úrvalið av gardinloysnum í Føroyum. Vit umboða nógvar ymsikar veitarar, so sum Faber, Pagunette og Gartex, soleiðs at tú fært eitt breitt og fjølbroytt úrval av litum og tilhoyrið at velja millum og tú kanst tí finna einar gardinur, sum passa til júst tín tørv.
Prýðislutir
Tað eru smálutirnir, sum sameina rúmið, og tí hava vit altíð eitt fjølbroytt úrval av prýðislutum, brúkslutum og innbúgvi til heimið. Vit umboða millum annað Piet Hein, við vøkrum lampum, stílreinum ljósastakum og hentum køksbrúkslutum, men vit hava eisini nógvar eftirgjørdar plantur, rammur, spegl, urtapottar, viskustykkir og nógv nógv annað.
Kom ein túr inn í handilin, og vit hjálpa tær við at finna júst tað rætta til tín.
Starvsfólk

Eyðun
Stjóri og gardin- og málingaserfrøðingur

Oda
Deildarleiðari og gardinserfrøðingur

Sandra
Gardinserfrøðingur

Sámal
Málingaserfrøðingur

Jan
Málari og málingaserfrøðingur

Marjun
SoMe-fólk og gardinserfrøðingur

Rósa Maria
Lærlingur