Um Colorama
Colorama á Hálsi lat dyrnar upp fyri fyrstu ferð 7. Apríl 1997. Handilin er voksin nógv síðan tá og eru vit nú 8 starvsfólk.
Hjá Colorama á Hálsi miðja vit eftir at savna alt, til at fríðka heimið á einum stað. Vit hava tí eitt stórt úrval av máling, gardinum og prýðislutum til heimið.
Máling
Vit hava máling til heimið, bæði til innandura og uttandura, og hava í nógv ár umboða merkini Jotun og Beckers. Tískil hava vit nógvar persónligar royndir og holla vitan um vøruna vit selja. Vit vilja fegin veita tær køna vegleiðing, bæði innan litir og arbeiðshættir.
Gardinur
Vit hava gardinloysnir til ein hvønn tørv, og hjá okkum fært tú helst størsta úrvalið av gardinloysnum í Føroyum. Vit umboða nógvar ymsikar veitarar, so sum Faber, Botex Highline og Gartex, soleiðs at tú fært eitt breitt og fjølbroytt úrval av litum og tilhoyrið at velja millum og tú kanst tí finna einar gardinur, sum passa til júst tín tørv.
Prýðislutir
Vit hava eisini eitt breitt úrval av prýðislutum, brúkslutum og innbúgv til heimið. Vit umboða fleiri ymisk vørumerkir, soleiðis at tú altíð finnur okkurt tær dámar. Vit gera eisini broytingar í handlinum og í okkara vøruúrvalið javnan, soleiðis at tú kanst fáa íblástur til, hvussu vørurnar kunnu verða nýttar.
Vit vilja gera okkara, fyri at hjálpa tær at finna ymiskt lekkurt til títt heim.