Keypstreytir

Gjalding

Tað er trygt og ómakaleyst at keypa á nethandlinum hjá okkum. Til ber at gjalda við gjaldskorti. Vit taka ímóti Visa Dankort og Mastercard. Við gjalding verður tú biðin um at útfylla: Navn, kortnummar, útgongudag og CVV/CVD (trý tey seinastu tølini, aftanfyri á kortinum). Eftir keypið fært tú eina kvittan á mail.

Umbýtingarrættur

Til ber, at lata vøruna inn aftur ella býta um til aðra vøru, í seinasta lagi 14 dagar eftir at vøran er keypt. Vøran skal vera í sama standi, sum tá vøran varð keypt og pakka inn í uppruna innpakningi.

Endurgjald

Við at lata vøruna inn aftur, ber til at fáa peningin aftur við at vísa kvittan, býta um ella fáa ein tilgóðarseðil.

Útsøluvøra og niðursett vøra

Útsøluvøra ella niðursett vøra ber ikki til at býta um, eiheldur at fáa peningin aftur.

Skadd vøra

Er vøran skadd ber til at senda vøruna aftur, ella koma í handilin við vøruni og fáa peningin aftur ella býta um til nýggja ella aðra vøru við at vísa kvittan.  Skadd vøra, kann ífylgi keypilógini býtast um í upp til tvey ár eftir at vøran varð keypt. Boðast skal frá innan rímiliga tíð aftan á at kundin er vorin varugur við, um vøran ikki er í rætta standi.

Umbýting um jóltídir

Á jólum ber til at býta vøruna um framm til 8. Januar við kvittan ella umbýtingarmerki.

Hetta er galdandi fyri vørur, ið eru keyptar frá 1. Novembur til 8. Januar.

Ókeypis útkoyring

Vit hava ókeypis útkoyring um alt landið. Í meginøkinum verður vøran útborin sama dag, um tú bíleggur áðrenn kl. 11 á morgni. Vøruútberingin kann taka 1-2 dagar um vøran skal koyrast út á bygd. Har tað ikki er landfast hava vit eina avtalu við Posta um útbering, hetta kann taka ein dag eyka alt eftir ferðaætlanini.