Tað er ókeypis
at bíleggja gardinbussin

Tá tú bíleggur gardinbussin koma vit at taka mát av tínum vindeygum og veita tær persónliga og køna hjálp til at finna tær røttu gardinurnar til tín. Alt púra ókeypis.

Við á vitjan hava vit nógvar ymiskar gardinprøvar, soleiðis at kanst velja tað, ið hóskar best til títt heim heima við hús. Tað ber tó eisini til koma inn í handilin at síggja alt úrvalið og velja gardinir.

Tað er ómakaleyst at bíleggja gardinbussin. Tú skalt bert fylla teigarnir niðanfyri út, trýsta á bílegg, og so venda vit aftur við eini tíð.

Gardinbussurin koyrir runt allar Føroyar.

Bílegg gardinbussin her

    Persónlig vegleiðing

    Bíleggur tú gardinbussin ella kemur ein túr inn í handilin, so veita vit tær altíð vegleiðing, sum tekur støði í tínum ynskjum og tørvi.

    Vit hava við tíðini práta við nógvar kundar og sniðgivið óteljandi gardinir, so skalt tú hava nýggjar gardinir, men tú veist ikki heilt hvør gardinloysn er best? Ella ynksir tú at fáa vegleiðing innan litir og loysnir heima við hús? So hava vit nógvar royndir og vegleiða tær fegin.

    Hvat skalt tú hava í huga,
    tá tú bíleggur nýggjar gardinur?

    Tað eru nógvar ymsikar avgerðir, ið skulu takast, tá ið tú skalt hava nýggjar gardinur.

    Her er sumt, ið er hent at hugsa um, áðrenn tú velur gardinurnar:

    • Hvat er endamalið við gardinunum? Skulu gardinurnar forða fyri, at fólk síggja inn, skerma fyri sólini, vera myrkalagdar?
    • Hvat slag av gardinum heldur tú hóskar best til títt heim? Tað eru nógv ymisk sløg av gardinum at velja millum, so sum rullugardinur, plissegardinur, toygardinur og nógv onnur.
    • Hvørjir litir eru í tínum heimi, sum gardinurnar skulu hóska til? Tað eru alskyns litir at velja millum, men gardinurnar halda leingi og liturin skal tí eisini hóska til heimið eins leingi.

     

    Um tú bíleggur gardinbussin ella kemur ein túr inn í handilin, hjálpa vit tær sjálvandi við at finna út av øllum hesum.